Danska stjórnin arbeiðir við at gera krøvini til sosialar miðlar strangari.
Við einum nýggjum uppskoti verður millum annað arbeitt við at gera eina herðing í marknaðarføringslógini, sum skal gera tað ólógligt fyri ávirkarum (influencer), sum ofta hava fylgjarar yngri enn 18 ár, at lýsa fyri til dømis kosmetiskum viðgerðum, sugardating ella ónærisligum tilfari.
Danska stjórnin ynskir eisini at gera eitt handrit – eitt kodeks – við aðalbornum grundreglum fyri talgildum innihaldi, sum serliga verður brúkt av børnum og ungum.
Uppskotið varð kunngjørt saman við einum líknandi uppskoti um strangari krøv til tøkniligur risarnar Amazon og Wish.com.