Mikudagin í farnu viku hevði danska Próstafelagið aðalfund í Norðurlandahúsinum.
70 próstar hittust til fundar.
Hetta hevur verið eitt gamalt ynski hjá Próstafelagnum at hava aðalfund í Føroyum.
Í sambandi við aðalfundin varð eisini skipað fyri íblástrarferð at kunna seg um føroyskt kirkjulív og um sjálvbodna arbeiðið í Fólkakirkjuni.
Vitjað var í Gøtu kirkju, har sagt var frá kirkjuni, og í kirkjuni við Gøtugjógv, har sagt var frá um nýggju kirkjuna, og kunnað var um kirkjuliga arbeiðið á staðnum. Eisini varð vitjað í Christianskirkjuni, har greitt var frá sjálvbodna arbeiðinum á staðnum og í Fólkakirkjuni sum heild.
Leiðslan í fólkakirkjuni, biskupur, dómpróstur og fyrisitingin hjá fólkakirkjuni greiddi eisini frá bygnaðinum og fíggjarligu viðurskiftunum hjá Fólkakirkjuni.
Í stuttari viðmerking sigur forkvinnan í danska Próstafelagnum, Annette Bennedsgaard, at tey fingu nógv at vita um føroyskt kirkjulív, um sjálvboðið arbeiði, og hvussu Fólkakirkjan verður stýrd fíggjarliga. Hetta eru viðurskifti, sum tey uttan iva eisini kunnu fáa gleði av at brúka í Danmark.