Danska manslandsliðið bjóðar kvinnunum eina hálva millión

Teir krevja at samstundis at DBU gevur kvinnulandsliðnum somu rættindi og sáttmálagrundarlag, sum teir sjálvir hava.

Turið Nolsøe
17. september 2017 kl. 14:43

Eingin loysn er enn funnin á sáttmálastríðið millum danska kvinnulandsliðið í fótbólti og danska fótbóltssambandið, DBU. Nú bjóðar manslandsliðið at lata 500.000 krónur frá sær, sum í staðin kunnu fara til kvinnulandsliðið. Hetta boðar landsliðið frá í tíðindaskrivi, sambært fleiri donskum miðlum.

- Kvinnurnar skulu ikki hava verri rættindi enn vit, tí at tær eru kvinnur. Tí bjóða vit at lata 500.000 krónur av okkara fígging um ári frá okkum við kravi um, at DBU gevur spælarunum á kvinnulandsliðnum somu rættindi sum vit hava, sigur liðskiparin, Simon Kjær, vegna liðið.

- Soleiðis kann sjóneykan flytast frá peningi og løntakaraviðurskiftum við at bjóða eina loysn, ið er eins og okkara, sigur hann.

Samskiftisstjórin hjá DBU, Jakob Høyer, viðurkennir útspælið, uttan at tað fer at seta nýggjar samráðinginar í gongd. Eitt krav frá kvinnulandsliðnum er at DBU stendur sum arbeiðsgevari í sáttmálanum, men hesum kravi vil DBU ikki ganga á møti.

- Hetta snýr seg ikki bert um pening, men eisini um støðufesti. Vit nærkast hvørjum øðrum fíggjarliga og kundu kanska møtst, men vit vilja ikki standa sum arbeiðsgevarir. Tað skal vera heilt greitt í nýggju avtaluni, sigur Høyer.

Tískil er enn ikki greitt, hvørjir spælarir mynda danska kvinnulandsliðið týsdagin, tá liðið skal hitta Ungarn á útivølli.