Danska kommunuvalið: Ein bastión er fallin í Frederiksberg

Eftir at hava sitið við valdið í Frederiksberg í 112 ár, so gjørdist í morgun greitt, at Konservativi flokkurin ikki fer at sita við róðrið í Frederiksberg fyri fyrstu ferð í yvir eina øld, tá vit skriva 1. januar 2022

Sigurjón Einarsson
17. november 2021 kl. 14:16

Hann var prinsurin, sum skuldi bera tunga arvin víðari í Frederiksberg, har Konservativi flokkurin hevur sitið við róðrið seinastu 112 árini, men í morgun gjørdist greitt, at Simon Aggesen missir borgmeistaraketuna. Samstundis missa tey borgarligu valdið í Frederiksberg. Nýggjur borgmeistari er Michael Vindfeldt, sum er sosialdemokratur.

Hetta gjørdist greitt í morgun, tá Vindfeldt, saman við teimum Radikalu, Eindarlistanum og SF, kundu presentera nýggju samgonguna í Frederiksberg.

– Tað er ikki eg, sum havi koppað teimum Konservativu eftir 112 ár. Tað er eitt samlað lið, ið hevur vunnið, segði nýggja borgarstjórin millum annað við miðlarnar tíðliga í morgun.

Í nátt viðurkendi núverandi borgmeistarin, sum situr til 1. januar, Simon Aggesen, at tað sá torført út við at varðveita valdið, men hann royndi til tað síðsta við eitt nú at siga, at hann hevði koyrt ljóðið á telefonina á tað hægsta, so tað var bara at ringja, um so var.

Í dag viðurkennir sitandi borgmeistarin, at hann hevur tapt valið, hóast flokkurin gekk fram.

– Vit hava kanska júst tapt fyrra hálvleik – sum hevur vart í 112 ár. Men hinvegin, so er tað ikki so leingi til seinni hálvleikur byrjar. Tað er um fýra ár, sigur hann, sambært Ritzau.

Forvann sær 11 milliónir krónur

Sitandi borgmeistari, Simon Aggesen, er komin í andróður seinastu vikurnar, eftir at Ekstra Blaðið kundi avdúka, hvussu Simon Aggesen í 2016 keypti eina íbúð á 460 fermetrar á Frederiksberg fyri 9,5 milliónir krónur – ein prísur, ið lá langt undir prísstøðuna í økinum um tað mundi.

Hann deildi íbúðina upp í tvey og seldi fyrst aðra helvtina og síðani hina eisini. Harvið fekk hann eina nettovinning á í alt 11 milliónir krónur fyri sølurnar.

Simon Aggesen hevur sjálvur sagt alment, at hann var ímóti stutttíðar-spekulatión á húsa- og íbúðarmarknaðinum, sum eisini var eitt av hansara týdningarmiklum málum, ið hann skuldi loysa sum borgmeistari í Frederiksberg.