Danska heilsustýrið vrakar triðja prikið til ung undir 18

Heilsustýrið í Danmark metir, at tað er eingin orsøk at bjóða triðju koppseting til ung undir 18

Sigurjón Einarsson
11. februar 2022 kl. 15:11

Ung undir 18 ár fáa ikki tilboð um at fáa triðja prikið móti koronu fyribils.

Danska heilsustýrið skrivar í einum tíðindaskrivi, at tey kunnu ikki finna heilsufakligar orsøkir til at bjóða triðja prikið til tey ungu.

Hetta stendst millum annað av, at bólkurin undir 18 ár longu hevur stóran immunitet vegna koppseting og smittu.

Samstundis er minni vandi fyri, at børn og ung gerast álvarsliga sjúk, verða tey smittað við Omikron-frábrigdinum, samstundis sum Evropeiska heilivágsstovnurin (EMA) enn ikki hevur góðkent triðja prikið til fólk undir 18 ár.

Harafturat metir danska heilsustýrið ikki, at tað er orsøk at víðka um bólkin av fólkum, ið fáa tilboð um eitt fjórða prik. Tað stóð annars fólki á røktarheimi og fólkum eldri enn 85 ár í boði at fáa fjórða prikið.

Men soleiðis sum gongdin er nú við farsóttini, og tí Omikron-frábrigdið vísir seg at vera mildari enn hini korona-frábrigdini, so verður mett, at tørvurin ikki er stórt nokk.

Danska heilsustýrið heldur tó fast við tilmælið at koppseta børn í aldrinum fimm til 11 ár.

Hetta, tí tað hevur víst seg, at koppingarevni hevur givið góða verju móti MIS-C-syndrominum, ið kann raka børn við Covid-19.

Síðst, men ikki minst, er ætlanin hjá danska heilsustýrinum at steðga við planløgdu koppsetingarskránni fyri allar málbólkar.

Danska heilsustýrið væntar at koma við einum boðum seinast í februar, nær steðga verður við donsku koppsetingarskránni.

/ritzau/