Liðugt koppsett fólk fyri koronu eru mótstøðufør móti koronasmittuni í minst 12 mánaðir.
Soleiðis ljóðar nýggja metingin frá danska heilsustýrinum.
– Heilsustýrið metir leypandi, hvussu leingi ein kann vænta sær at vera mótstøðuførur, eftir at vera koppsettur fyri koronu. Vegna seinastu gransking á økinum er metingin nú, at mótstøðuførið eftir koppseting er minst 12 mánaðir, skrivar danska heilsustýrið í einum tíðindaskrivi.
Heilsustýrið skrivar samstundis, at granskingin bendir á, at tað er einstaklingsfrábrigdi hjá tí einstaka, ið er avgerandi fyri, hvussu mótstøðuførur tú ert eftir lokna smittu, og tí mælir heilsustýrið enn til, at fólk lata seg koppseta – óansæð um ein hevur verið smittaður áður ella ikki.
– Nýggju kanningarnar benda á, at verjandi immuniteturin eftir koppseting er enn betur, enn eftir lokna koronusmittu, sigur Bolette Søborg, eindarstjóri í danska heilsustýrinum.
Hon væntar, við støði í teimum nýggju kanningunum, at tað ikki verður neyðugt at endurkoppseta fólk fyrr enn einaferð í 2022.