Dansifrøi 50 ár í dag

Í dag eru 50 ár síðan, at Dansifrøi varð stovnað

Sigurjón Einarsson
25. januar 2022 kl. 13:16

– At dansa er at liva, sigur gamla orðatakið.

Og tað kunnu tey í Dansifrøi skrivað undir uppá, tí í dag kann dansifelagsskapurin hátíðarhalda, at tað eru 50 ár síðan, at Dansifrøi varð sett á stovn.

Tað vóru fólk, sum høvdu gingið til gamlan dans á dansiskeiði hjá Rhodu Rubeksen á vetri í 1971, ið tóku stig til at stovna dansifelagið tann 25. januar í 1972.

Endamálið hjá Dansifrøi er at:

1. Varðveita og nøra um áhugan fyri gomlum dansi / fólkadansi og at skipa fyri undirvísing í fólkadansi.

2. Skipa fyri undirvísing av ymiskum dansi.

3. Skipa fyri tiltøkum til frama fyri dansi og dansitónleiki.

Tað var ætlanin at hátíðarhalda stóra dagin hjá Dansifrøi í hesi vikuni, men tað er útsett ein mánað.

– Vegnað korona er hátíðarhaldið útsett til í mars mánað, skrivar formaðurin í Dansifrøi, Petur Petersen, á Facebook-síðuni hjá felagnum.