Danny and The Veetos spæla á HeiMA leygardagin

Teir hava fingið ung sum gomul at syngja og tralla við til tey løttu og fangandi løgini. Páskaaftan koma Danny & The Veetos...

Innsent
29. mars 2018 kl. 13:00

Teir hava fingið ung sum gomul at syngja og tralla við til tey løttu og fangandi løgini. Páskaaftan koma Danny & The Veetos at spæla á HeiMA.

Teir siga at vit fáa eina søta útgávu av Danny & The Veetos, tá teir koma til Nólsoyar at spæla. Tað kemur óiva at verða ein innilig og hugnalig løta, har teir sukursøtu poppdreingirnir spæla eina langa hitt-paradu, sum fær áhoyrararnar at syngja og klappa við.

Teir ríða á eini tónleikabylgju í løtuni. Teir skulu uttanlands at spæla, eru í studio og takað upp tilfarð til komandi fløgu, men sjálvandi tá í teir vóru spurdir um at leggja leiðina framvið Nólsoy á vegnum, var ongin ivi!

Um tit ynskja popp, lekkurt hár og stíla skegg, so eru Danny & The Veetos besta dømi uppá júst tað!

Meir um HeiMA fæst at vita á facebooksíðuni HeiMA ella á her.

Fyri vitjandi hevur ssl lagt til rættis, so komast kann av Havnini klokkan 15.30, og aftur til Havnar aftaná seinastu konsertina.