Børn, ið eru frá 12 til 15 ár skulu nú eisini fáa møguleikan at koppseta seg fyri korona.
Tað sigur danska Sundhedsstyrelsen, sum í dag er komin til ta niðurstøðu, at tað verður mælt til at koppseta niður í 12 ár sum liður av danska koppsetingarprogramminum.
Heilsustýrið boðar somuleiðis eisini frá, at Comirnaty koppsetingin frá Pfizer-BioNTech er góðkend til koppseting niður í 12 ár.
Evropeiski heilivágsstovnurin, EMA, gjørdi í mei mánaði av, at Pfizer koppsetingin kundi brúkast til 12 ára gomul børn, og nú hevur danska heilsustýrið tikið somu avgerð.
Við Dimmalætting 28. mei segði Lars Fodgaard Møller, landslækni, at eingin støða var tikin til hetta í Føroyum.
Lars Fodgaard Møller gjørdi tá greitt, at ætlanin var fyrst og fremst at vita, hvat donsku heilsumyndugleikar søgdu, og síðani skuldi spurningurin takast upp í koppsetingarbólkinum.
- Tað er ikki nakað, ið vit hava kjakast um enn, men vit fara nokk at hyggja eftir, hvat donsku myndugleikarnir siga, og so fer koppsetingarbólkurin í Føroyum at taka avgerð um tað, sigur Lars Fodgaard Møller, segði Lars Fodgaard Møller tá.