Danska Heilsustýrið væntar at koma við nýggjum leiðreglum í næstum, har mælt verður til at bjóða fólki við veikari immunverju tað triðja prikið.
Tað váttar danska Heilsustýrið í einum telduposti til Ritzau.
Heilsustýrið viðgerð í løtuni, um tað verður neyðugt við einum triðja priki. Stýrið leggur áherðslu á, at vitanin á økinum er avmarkað.
– Tað týðir tó á, at summi fólk við veikari immunverju hava tørv á at fáa eitt triðja prik. Hetta, fyri at fyribyrgja hættisligari sjúkugongd, verða tey smittað við koronu, hóast tey eru liðugt koppsett.
– Longu í komandi viku væntar heilsustýrið at koma við leiðreglum um endurkoppseting av fólki við veikari immunverju, skrivar danska Heilsustýrið.
Hetta eru til dømis sjúklingar í kemoviðgerð, fólk, ið bíða eftir organtransplantasjón ella fólk við álvarsomum immunsjúkum, sum í fyrsta lagi kunnu vænta sær at fáa bjóðað triðja prikið.
Tað váttar Helene Probst, ið er varastjóri í danska heilsustýrinum, yvir fyri Jyllands-Posten.
Fleiri kunnu fáa triðja prikið, um tað gevur meining
Danska Heilsustýrið upplýsir harumframt, at tey eru til reiðar til at koppseta fleiri, um tað vísir seg at geva meining heilsufakliga.
Tað kann til dømis vera íbúgvar á røktarheimum.
Fleiri lond – harímillum Ísrael og USA – hava longu tikið avgerð um at bjóða sínum íbúgvum tilboðið um at fáa triðja prikið. Tað verður eisini nevnt eitt “booster shot”.
Í Ísrael hava allir íbúgvar yvir 60 ár fingið í boði at fáa triðja prikið.
Kelda: Ritzau