Smittutølini í Danmark hava fleiri ferðir sett nýggj met í 2022. Vit hava sæð yvir 50.000 nýggjar tilburðir dagliga og yvir 1.000 fólk innløgd í senn.
Soleiðis er eisini í dag. Sambært Statens Serum Institut eru nú 1203 fólk innløgd við koronu á sjúkrahúsum í Danmark, og hetta er nýtt met, tí so nógv hava ikki áður verið innløgd í senn við koronu.
Samanborið við í gjár er talið á teimum innløgdu nú hækkað við 65 fólkum. Hesi 1203 eru tó ikki øll innløgd orsakað av koronu, men av øðrum sjúkum. Eitt nú eru 269 av teimum innløgd á psykiatriska økinum.
Kasper Iversen, yvirlækni á Herlev-Gentofte sjúkrahúsi og professari á Universitetinum í Keypmannahavn, er tó ikki stúrin:
- Halda vit fram við at seta met, so verða vit sjálvsagt stúrin fyrr ella seinni. Men sum støðan er nú, haldi eg ikki, at vit á sjúkrahúsunum eru undir heilt stórum trýsti. Nakað at trýsti er, tí vit framvegis skulu isolera innlagdar sjúklingar. Men eg haldi støðuna vera lutfalsliga stabila í løtuni, sigur hann.
Samanborið við januar 2021, tá ávaringarlampurnar lýstu við einum samlaðum tali á innløgdum á 964, so sæst ein týðiligur munur í dag.
- Fólk vóru sjúkari tá. Tey vóru innløgd í longri tíð og høvdu størri tørv á røkt enn nú, greiðir Kasper Iversen frá.
Dagsins uppgerð frá Statens Serum Institut vísir, at 34 av teimum innløgdu í Danmark eru so sjúk, at tey eru innløgd á intensiva deild. 12 av teimum fáa hjálp at anda við respiratori.
Talið á innløgdum á intensivari deild er minni enn helvtina av tí, tað var við ársbyrjan í ár, tá 73 lógu á intensivari deild samanborið við 34 fólk í dag.
Kelda: Ritzau