Síðan Kongshúsið boðaði frá, at Henrik prinsur var farin, hevur stórur eftirspurningur verið eftir vín úr franska slottinum hjá prinsinum, Chateau de Cayx.
Tað boða fleiri danskir vínseljarar frá. Síðan týsdagin er eftirspurningurin vaksin munandi.
Bæði nethandlarnir og vanligu handlarnir eru um at koppa av kundum, ið vilja hava fatur á víninum hjá Henrik prinsi, sigur Lars Benmouyal, sølustjóri hjá H.K. Hansen Vin - Vinspecialisten, sambært Berlingske.
Í øllum handlunum hjá okkum er vínið hjá prinsinum rivið vekk av hillunum, og øll sløgini eru útseld í løtuni, so innkeypsdeildin hjá okkum arbeiðir við at fáa meira vín heim.
Stóri áhugin fyri kongaliga vínið var longu at síggja mikumorgunin, tá tíðindini um prinsin komu út um alt landið.
Eg haldi, at økti eftirspurningurin kemur av, at fólk hugsa, at tey líka mugu smakka vínið hjá honum, og partvíst haldi eg, at tað er ein máti at heiðra Henrik prins.
Henrik prinsur hevur í 40 ár framleitt og selt vín úr Chateau de Cayx í Fraklandi. Í 2015 leigaði hann út søluna og framleiðsluna av víninum til franska fyritøkuna Vinovalie.