Danmark og Svøríki vunnu sannførandi

Jóhan á Plógv Hansen var ikki á danska liðnum í kvøld

Jóannes Hansen
11. januar 2024 kl. 22:17

Fyrri hálvleikur var óvanliga málfátækur, tá ið Danmark í kvøld spældi fyrsta dystin í EM endaspælinum. Danir halda til í München, og í kvøld var mótstøðuliðið Kekkia. Eftir 1. hálvleik var støðan 9-9, og tá kendist støðan ikki so sannførandi hjá donsku favorittunum.

Men í 2. hálvleiki var munurin øgiligur á liðunum, og Danmark vann 23-14. Heilt stóri spælarin hjá Danmark var Barcelona málverjin Emil Nielsen, sum fyri fyrstu ferð vardi danska málið í endaspæli. Hann loysti fimm minuttir undan steðginum Niklas Landin av, og hann avrikaði heilt framúr.

Merkisvert var tað, at Jóhan á Plógv Hansen ikki var á listanum. Hann var ein av trimum, sum sótu millum áskoðararnar. Danski venjarin hevur broytt uppleggið soleiðis, at tað er trongligari hjá Jóhan at sleppa framat, enn tað higartil hevur verið. Jóhan á Plógv Hansen kappast við Hans Lindberg um plássið á høgra veingi. Tað sær út til, at bara annar teirra verður í hópinum hvørja ferð. Orsøkin er tann, at venjarin nú ofta brúkar bakkspælara á veinginum í álopspartinum. Harvið metir hann, at tað slepst undan útskifting í verjuspælinum.

Jóhan á Plógv Hansen hevur annars verið fastur maður á liðnum undanfarnu árini, tá ið Danmark hevur vunnið HM tríggjar ferðir.

Í kvøld var Hans Lindberg á vøllinum í 25 minuttir. Í álopspartinum fekk hann millum lítið og einki at arbeiða við.

Tá ið venjarin Nikolaj Jacobsen fyrr í vikuni varð spurdur, hvør er fremri av Jóhan á Plógv Hansen og Hans Lindberg, svaraði hann, at tað var ómøguligt at siga og fór at verða avgjørt frá einum dysti og til tann næsta.

Leygarkvøldið fer Danmark at spæla ímóti Grikkalandi.

Í kvøld vann Svøríki sannførandi 29-20 sigur ímóti Bosnia-Hersegovina. Hálvleiksstøðan var 14-7.

Fyrsti dysturin hjá Íslandi verður í morgin, tá ið mótstøðuliðið klokkan 17 verður Serbia. Dysturin verður í München. Saman við Serbia og Íslandi eru Ungarn og Montenegro ella Svartafjall, sum íslendingar siga.