Danmark og Svøríki vóru undan EM endaspælinum í Týsklandi roknað millum favorittarnar at vinna seg í hálvfinaluna. Í kvøld er tað greitt, at bæði Danmark og Svøríki fríggjadagin fara at spæla hálvfinalu.
Síðstu dystirnir í bólki 3 í miðumfarinum vera týsdagin. Tá hittast Danmark – Slovenia og Svøríki – Norra. Spurningurin, sum er eftir at svara, er, hvør fer at vinna bólkin. Danmark er favorittur, tí Danmark hevur undan týsdegnum tvey stig fleiri enn Svøríki.
Í morgin vera tríggir dystir í bólki 1 í miðumfarinum: Kroatia – Ísland, Frakland – Eysturríki og Týskland – Ungarn. Frakland hevur 6 stig, Ungarn og Eysturríki hava 4 stig og Týskland hevur 3 stig. Vinnarin í hesum bólkinum fer í hálvfinaluni at spæla ímóti Svøríki, og tveyarin fer at spæla ímóti Danmark.
Í kvøld vann Danmark 29 – 23 ímóti Norra. Hálvleiksstøðan var 18 – 11, og í 1. hálvleiki spældu danir mótleysu danirnar heilt út av vøllinum, og tað luktaði av eyðmýking. Men eftir steðgin vóru norsku spælararnir í væl betur útgávu, og kanska høvdu donsku spælararnir ikki sama fokus á uppgávuni, sum teir høvdu í 1. hálvleiki.
Jóhan á Plógv Hansen var ikki á listanum í kvøld, og í løtuni sær tað út til, at hann hevur tapt kappingina um plássið til Hans Lindberg. Hans Lindberg var tó ikki nógv á vøllinum í kvøld, men hann var tryggur, tá ið hann fimm ferðir varð settur inn at skjóta brotskøst.
Emil Nielsen, sum umboðar Barcelona, og sum undan kappingini varð roknaður at vera annað val, hevur í kappingini staðið seg so væl, at hann var á vøllinum allar 60 minuttirnar í kvøld, og avrikið var so sannførandi, at hann eftir dystarlok var kosin at vera besti maður á vølli.