Danmark og Ongland bresta saman í dag

Í triðja og seinasta dystinum í dag møtast Spania og Italia

Harry Kane skoraði avgerandi málið fyri Ongland í 2-1 sigrinum á Danmark í hálvfinaluni til seinasta EM
Fríðmundur Nattestad
20. juni 2024 kl. 13:30

Tríggir dystir eru á skránni í EM-bólkaspælinum í dag, og serliga tveir av teimum eru sera áhugaverdir.

Slovenia og Serbia leggja fyri í bólki C klokkan 14. Slovenia fekk javnleik ímóti Danmark í fyrsta dystinum, meðan Serbia tapti tepurt ímóti Onglandi. Tí er tað væl hugsandi, at bæði liðini fara at leggja nógv fyri, at fáa ein sigur í hús. Tað er helst eisini í hesum dystinum, at bæði liðini síggja størsta møguleikan fyri trimum stigum.

Hin dysturin í bólki C er helst mest áhugaverdi dysturin, sæð við føroyskum brillum, tí her bresta Danmark og Ongland saman. Ongland fer uttan iva eftir sigrinum, so teir kunnu tryggja sær víðari luttøku, áðrenn triðja og seinasta dystin í bólkaspælinum. Um Slovenia ikki vinnur á Serbia, kunnu danir helst liva við einum javnleiki í dag, tí so kunnu teir sjálvir avgera sína lagnu, og tryggja sær víðari luttøku, við einum sigri ímóti Serbia í seinasta dystinum.

Í seinasta dystinum í dag møtast tveir fyrrverandi evropameistarar, nevniliga Spania og Italia. Bæði liðini vunnu sín fyrsta dyst, og eru eisini greiðu favorittarnir at vinna seg víðari úr bólkinum. Hini bæði liðini í bólkinum, Kroatia og Albania, leiktu í gjár javnleik. Tískil kunnu bæði Spania og Italia helst liva við einum javnleiki í dag.

EM-dystir í dag:

Bólkur C

Klokkan 14: Slovenia - Serbia

Klokkan 17: Danmark - Ongland


Bólkur B

Klokkan 20: Spania - Italia