Danmark: Námsfrøðiligt hjálparfólk ákært fyri at gera seg inn á tilsamans 28 børn

Eitt 47-ára gamalt námsfrøðiligt hjálparfólk og skótaleiðari er ákært fyri at hava neyðtikið og framt annan ágang á 28 børn...

Elisa Vang
12. mars 2018 kl. 15:49

Eitt 47-ára gamalt námsfrøðiligt hjálparfólk og skótaleiðari er ákært fyri at hava neyðtikið og framt annan ágang á 28 børn. Tað skrivar TV2 Nyheder á heimasíðu sína.


Sambært ákæruritinum er ágangurin farin fram á einum stovni í Albertslund og í einum skótahúsi í Brøndby.


Ákæruritið var almannakunngjørt í dag, og í ritinum stendur, at maðurin gjørdi seg inni á børnini seksuelt og filmaði. 


Ole Nielsen, kanningarleiðari, váttar fyri Ritzau, at løgreglan hevur funnið video og myndir, sum maðurin er ákærdur fyri at hava tikið.


Fleiri av teimum 28 børnunum hava sambært ákæruritinum verið fyri nógvum ymiskum ágangi.


Maðurin er ákærdur fyri bæði neyðtøku, fyri annan kynsligan ágang enn sex og fyri blygdanarskemd. Haraftrat er hann ákærdur fyri sita inni við 10.721 barnapornografiskum myndum og 1472 barnapornografiskum videoum.


Maðurin verður mettur at vera so mikið vandamikil, sambært ákæruritinum, at mann ynskir mannin varðhaldsfongslaðan.


"Talan er um nógvan grovan ágang móti smáum børnum, og tí tvíheldur ákæruvaldið um, at ákærdi skal varðhaldsfongslast, tað vil siga, fongslast í óvissa tíð", sigur Peter Rask, ákæri hjá løgregluni við TV2.