Donsku myndugleikarnir hava avgjørt at lata 59.300 skamtar av AstraZeneca til Slesvík-Holstein. Skamtarnir ganga út tann 30. juni í ár. Danmark hevur frammanundan latið 55.000 skamtar til landspartin.
Danski uttanríkisráðharrin Jeppe Kofoed sigur í einum tíðindaskrivi, at:
- Tað er ógviliga positivt, at kunna hjálpa nábúgvunum við dansk-týska markið. Avlopsskamtarnir, sum vit hava á goymslu í Danmark, skulu sjálvandi brúkast innan lokadagin. Koronustøðan í Slesvík-Holsteink er nú soleiðis, at tey, her og nú, kunnu fáa ágóðan av AstraZeneca-koppingarevninum, skrivar hann millum annað.
Danska stjórnin umhugsar leypandi møguleikan fyri, at lata fleiri skamtar til útlandið.
Landsparturin Slesvík-Holstein liggur sunnan fyri dansk-týska markið. Norðari parturin av honum eitur Suðurslesvík. Her býr ein danskur minniluti.