Donsku myndugleikarnir brenna inni við AstraZeneca koppingarevninum, nú koppingarevnið hjá AstraZeneca fyribils er vrakað í donsku koppingarætlanini. Danmark hevur keypt 2,4 milliónir skamtar frá AstraZeneca, og nú byrja nakrar sendingar av koppingarevninum, sum eru á goymslu, so smátt at ganga út. Tí sendu danir mánadagin 59.300 skamtar av AstraZeneca-koppingarevninum til týska landspartin Slesvík-Holstein, og nú lata donsku myndugleikarnir 358.000 skamtar av AstraZeneca, sum gongur út tann 31. juli, til Kenja.
UNICEF fer at samskipa við heilsumyndugleikarnar í Kenja um at fáa skamtarnar til landið og standa fyri koppsetanini, fyri at tryggja sær, at koppingarevnið verður brúkt, áðrenn tað gongur út í næsta mánað.
Danmark hevur eina stóra mongd av óbrúktum AstraZeneca-koppingarevni á goymslu, sum skjótt gongur út. Danska stjórnin hevur sett sær fyri, at eingir skamtar skulu fara til spillis. Teir 358.000 skamtarnir eru partar av teimum trimum milliónum skamtunum, sum danska stjórnin hevur meldað út, at hon skal lata øðrum í leypi av árinum.
Donsku heilsumyndugleikarnir vrakaðu fyribils AstraZeneca-koppingarevnið, tí samband hevur verið millum koppingarevnið og nakrar tilburðir við blóðtøppum. Sambært stjóranum í danska Heilsustýrinum, Søren Brostrøm, er tað bert ein út av hvørjum 40.000 koppsettum, sum kunnu fáa álvarslig hjáárin.
Verður koronustøðan meira álvarsom aftur, so kann tað vera, at myndugleikarnir kanska fara at umhugsa at brúka AstraZeneca aftur, hevur Søren Brostrøm grundgivið fyri.
43.000 danir standa á bíðilista til vrakað koppingarevni
Talið av fólki, sum hava skrivað seg á bíðilista til at fáa prik av AstraZeneca og Johnson & Johnson, sum eisini er vrakað í donsku koppingarætlanini, veksur alsamt.
Í gjár var talið av dønum 43.000, sum hava skrivað seg upp á bíðilista hjá Practio til at fáa eina læknaviðtalu, ið skal avgerða, um tað er ráðiligt hjá teimum at lata seg koppseta við øðrum av hesum báðum koppingarevnunum.
Tað upplýsir Practio, sum stendur fyri at koppseta fólk við teimum báðum vrakaðu koppingarevninum, til Ritzau.