Danmark: Koyrdi lastbil við 2,9 í promillu

Ein ukrainskur lastbilaførari sleppur ikki aftur til Danmarkar fyribils, eftir at løgreglan tók hann í at koyra lastbil dýrandi fullur

Steinar Patursson
3. februar 2022 kl. 07:10

Ein ukrainskur lastbilaførari varð í Danmark í gjár dømdur 20 daga treytaleysa fongsulsrevsing umframt at missa førararættin í trý ár, skrivar Nordjyske.

Orsøkin var, at lastbilaførurin 10. januar í ár á motorvegnum við Hobro hevði koyrt rúsdrekkakoyring.

Faktiskt var bilførarin so ávirkaður, at tá løgreglan hevði fingið fráboðanir um ein lastbil, ið fór sleingjandi efti vegnum, og gjørdi av at steðga bilinum, vísti blóðroyndin, at maðurin hevði eina promillu upp á í minsta lagi 2,90.

Maðurin varð dømdur fyri vitleysa koyring, og tað er varð hann, tí at lógin sigur, at er promillan yvir 2, er talan um vitleysa koyring.

Er talan um vitleysa koyring, hevur løgreglan heimild at leggja hald á akfarið. Løgreglan í Hobro hevði hesaferð kortini ikki lagt hald á lastbilin, tí hann varð leasaður, áðrenn nýggju reglurnar um vitleysa koyring komu í gildi, og vórðu treytirnar fyri at leggja hald á bilin ikki uppyltar, sigur Morten Sønderby, ákæri, við Nordjyske.

Umframt fongsulsrevsingina varð 38 ára gamli ukrainin eisini burturvístur úr Danmark í seks ár.