Danmark ímóti trimum essum

Spania, sum vann síðstu kappingina, er ein av mótstøðutjóðunum hjá Danmark

Jóannes Hansen
8. februar 2024 kl. 19:03

Lutakastið hjá Danmark í Nations League kappingini var á onkrum økjum ikki verri enn ilt, og á øðrum økjum kundu danir møguliga verið hepnari.

At Serbia er liðið úr veikasta bólkinum er ikki so heppið, tá ið hinir møguleikarnir vóru Skotland og Bosnia/Hersegovina.

Í triðja raðnum er Sveis mótstøðan hjá Danmark. Harvið slapp Danmark undan Fraklandi og Týsklandi. Fjórði møguleikin var Pólland.

Í besta raðnum verður Spania mótstøðuliðið hjá Danmark. Spania vann síðstu Nations League kappingina. Hinir møguleikarnir vóru Kroatia, Italia og Niðurlond.

Ísland er í B raðnum, og hjá íslendingum eru mótstøðutjóðirnar Wales, Montenegro og Turkaland.

Bólkar í A raðnum:
Bólkur A1: Kroatia, Portugal, Pólland og Skotland
Bólkur A2: Italia, Belgia, Frakland og Ísrael
Bólkur A3: Niðurlond, Ungarn, Týskland og Bosnia/Hersegovina
Bólkur A4: Spania, Danmark, Sveis og Serbia

 

Bólkar í B raðnum:

Bólkur B1: Kekkia, Ukraina, Albania og Georgia
Bólkur B2: England, Finnland, Írland og Grikkaland
Bólkur B3: Eysturríki, Norra, Slovenia og Kasakstan
Bólkur B4: Wales, Ísland, Montenegro og Turkaland

 

Bólkar í C raðnum:
Bólkur C1: Sverige, Aserbajdsjan, Slovakiet og Estland
Bólkur C2: Rumænien, Kosovo, Cypern og Litauen/Gibraltar
Bólkur C3: LuKsemborg, Bulgaria, Norðurírland og Hvítarussland
Bólkur C4: Armenia, Føroyar, Norðmakedonia og Lettland

Bólkar í D raðnum: 
Bólkur D1: Litava/Gibraltar, San Marino og Liktenstein
Bólkur D2: Moldova, Malta og Andorra