Danmark hevur átikið sær ein leiðsluleiklut í endurreisingini af býnum Mykolajiv. Danmark fíggjar millum annað nakrar hitageneratorar, sum kunna setast til ein bygning og framleiða heitt vatn til radiatorarnar í bygninginum.
- Vit vitjaðu mánadagin eitt sjúkrahús, ein skúla fyri sjúkrasystrar, sjúkrabilførarar og eitt bústaðarøkið við umleið 15.000 íbúgvum, sum øll hava hita í radiatorunum takkað verið danskt fíggjaðu hitageneratorunum.
Tað segði Asbjørn Brink, sum er leiðari fyri verkætlanarfelagsskapin hjá ST, Unops, sum hevur høvuðsætið í Keypmannahavn.
Unops hevur sum endamál, at hjálpa við undirstøðukervi og burðardyggum loysnum vegna ST. Í hesum sambandi eru tey í Mykolajiv fyri at seta hitageneratorarnir upp, sum Danmark hevur goldið.
/ritzau/