Danmark hevur annað beinið í hálvfinaluni

Við teprum sigri í grannauppgerðini ímóti Svøríki hevur Danmark sunnukvøldið møguleika at tryggja sær pláss í hálvfinaluni

Jóannes Hansen
19. januar 2024 kl. 21:43

Í kvøld var tað grannauppgerð í Hamburg. Í EM kappingini í hondbólti hittust Danmark og Svøríki, sum saman við Fraklandi verða roknað at vera størstu favorittarnir at vinna gull.

Grannauppgerðin var dramatisk og kanska best spældi dysturin higartil í hesi kappingini. Danmark vann 28 – 27, og endin var bæði óvanligur og so sera spennandi.

Inntil tað restaðu fimm minuttir av 1. hálvleiki fylgdust liðini, men frá 12 – 12 legði Danmark seg á odda við trimum málum, og hálvleksstøðan var  17 – 15. Mathias Gidsel verður roknaður at vera heimsins besti hondbóltsspælari. Í kvøld var hann sera væl upplagdur og skoraði 10 mál.

Danmark var støðugt frammanfyri í 2. hálvleiki. Onkra løtu var munurin trý mál og einaferð fýra mál, men Svøríki svaraði aftur, og tá ið ein minuttir var eftir, var Danmark frammanfyri við einum máli. Alt sá út til at vera avgjørt, tá ið Danmark skoraði, og støðan var 29 – 27. Men sviar vóru í øðini, tí teir hildu, at alt var ikki farið rætt fram. Kekkisku dómararnir vóru ikki heilt álvuligir, áðrenn teir funnu útav, at danir høvdu brúkt tríggjar sendingar, áðrenn teir skoraðu. Teir høvdu bara loyvi at avlevera tvær ferðir, og so varð málið kolldømt, og sviar fingu møguleika at fara í álop og at javna. Tað eydnaðist, sá tað út til, men tá kolldømdu dómararnir málið, og so vann Danmark 28 – 27. Stórur spurningur varð settur við, um talan yvirhøvur var um orsøk at kolldøma málið fyri mistak í álopsroyndini.

Jóhan á Plógv Hansen var ikki á listanum í kvøld. Hans Lindberg var eina løtu á veinginum í høgru, og hann gjørdi størsta munin, tá ið hann umsetti tvey brotskøst til mál.

Hetta var 26. ferðin á rað, at danska landsliðið fór av vøllinum uttan at hava tapt. Sunnukvøldið verður aftur skandinavisk grannauppgerð, tá ið Danmark og Norra hittast, og tá hava donsku favorittarnir møguleika at tryggja sær pláss í hálvfinaluni.