Danska farsóttarnevndin hækkar nú váðastøðið í landinum til 4, ið er tað næsthægsta. Hetta hendir, eftir at talið á smittaðum við koronu er vaksið nógv seinastu vikurnar.
Tá heilsumyndugleikarnir í Danmark fara á vágastøði 4, merkir tað, at “møguleiki er fyri ov høgari sjúkrabyrðu komandi tíðina.”
Sæð yvir alt landið, so eru øll økini uttan Region Midtjylland nú á vágastøði 4.
- Samanumtikið verður farsóttin framvegis mett at vera í vøkstri við týðiligari samfelagssmittu í øllum pørtum og aldursbólkum. Harafturat er myndin blivin meira samansett av nýggja omikron fyribrigdinum, har serliga fleiri tiltøk, ið eru superspreiðarar, hava havt ein leiklut, stendur í donsku váðametingini.
Váðastøðið hevur ikki beinleiðis samband við avgerðirnar hjá politisku skipanini, tá hon kemur við tilmælum. Støðið vísir, hvussu álvarsamt heilsumyndugleikarnir meta støðuna vera.
Váðametingin leggur serliga dent á, at talið á smittaðum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, títtleikin, vaks munandi í viku 48.
Samlaði títtleikin er vaksin frá 495 til 588 í viku 48, ið endaði 5. desember. Hetta skrivar Ritzau.
Statens Serum Institutt boðar í dag frá 5606 nýggjum smittutilburðum, men at talið á innløgdum er minkað við 17 fólkum niður á 455. Av teimum eru 60 innløgd á intensivari deild, og av teimum eru 36 í respiratori.
Millum tey kannaðu síðan fríggjadagin er prosenttalið á positivum lækkað frá 3,0 til 2,5. Níggju fólk hava latið lív við koronu.