Danmark: Hægsta smittutal í ár

Vandi er fyri, at Danmark missir tamarhaldið á smittuni, um ikki okkurt verður gjørt, heldur danskur smittuserfrøðingur. Smittutalið í Danmark í gjár er tað hægsta síðan desember í fjør.

Steinar Patursson
10. november 2021 kl. 15:00

Tað er ikki bara í Føroyum, at smittutølini í seinastuni hava verið alt ov høg, tí at Danmark hevði í gjár hægsta smittutal í ár.

Uppgerðin hjá Statens Serum Institut frá kanningunum í gjár vísir, at 3017 tilburðir av koronusmittu vórðu staðfestir, og tað er hægsta tal síðan 23. desember í fjør.

Eins og í Føroyum óttast læknafakligheitin, at tamarhaldið á smittuni verður mist, um ikki okkurt verður gjørt sum skjótast, og við Ritzau sigur Viggo Andreasen, lektari í matematiskari epidemiologi á Roskilde Universitet, at smittan kann tvífaldast, um ikki okkurt verður gjørt, sigur TV2.

Danska stjórnin hevur valt aftur at skráseta covid-19 sum eina samfelagskritiska sjúku, og broytingin tekur við í morgin. Samstundis verður koronupass eisini veruleiki aftur í Danmark frá fríggjadegnum.

Men Viggo Andreasen ivast, um koronupassið er nokk fyri at tálma smittuni. Sambært Viggo Andreasen verður úrslitið av koronupassinum ein minking í smittutalinum á umleið 30 prosent, ið er júst nokk til at bremsa vøkstrinum av smittuni, men ikki nóg nógv til at fáa smittuna at minka.

144.344 fólk eru kannað fyri koronusmittu seinasta døgnið, ið er munandi hægri enn undanfarnu dagar. Positivprosentið í Danmark er á 2,08.

Seinasta dagførda positiv-prosent í Føroyum er frá 8. november, tá prosentið var 1,9.

Sambært tølunum hjá Statens Serum Institut hava tilsamans 410.434 fólk í Danmark havt koronusmittu, og 2745 fólk hava higartil latið lív við koronu. Trý teirra seinasta døgnið.

319 fólk eru innløgd á donskum sjúkrahúsum fyri koronusmittu, og tað er fýra fleiri enn í gjár.