Var tað upp til donsku stjórnina, so eiga lógbrótarar, ið fremja lógarbrot í ávísum býarpørtum í Danmark at fáa harðari revsing, enn onnur, tað skrivar DR Nyheder.
Málið er ein partur av eini ghetto-heildarætlan, ið eftir ætlan verður løgd fram hósdagin. Haraftrat verður ávíst, at løgreglan skal hava tríggjar mobilar politistøðir.
Men uppskotið hevur fingið nógvar atfinningar frá eitt nú góðseigarum, ið hava sína dagligu gongd í tílíkum útsettum økjum, longu áðrenn tað verður lagt fram.
Muhammed Aslam, sum er góðseigari í Mjølnerparkini á Nørrebrúgv, heldur, at stjórnin sendir eitt misvísandi signal, við tað, at øll ikki eru líka fyri lógini.
"Hetta kann senda eitt óheppið signal til tey, ið fegin vilja flyta til umráðið, at man verður revsaður tvífaldað so hart í ávísum økjum", sigur Keld Albrechtsen, í Braband Boligforening.
"Okkara samfelag skal eftir øllum at døma býtast upp í klassa A og klassa B", sigur Muhammed Aslam, sum vísir til uppskotið sum eitt álop á býarpartarnar.
"At vit byrja at gera mismun tvørturum mørk uppá hendan mátan, líkist ongum, sum eg kenni aftur sum fólkaræði ella eyðmýkt", sigur góðseigarin.
Kelda: dr1.dk