Mikudagin góðkendi ES koronavaksinuna Moderna, sum gjørdist næsta vaksinan, sum so kann nýtast í limalondunum, harvið eisini í Danmark.
Danmark hevur gjøgnum ES avtalu um seks ymiskar vaksinur. Tvær teirra hava fingið góðkenning, meðan tann triðja væntandi verður góðkend um mánaðarskiftið.
Tær seks vaksinurnar, sum ES hevur gjørt avtalu um, eru hesar:
Pfizer/BioNTech
Pfizer/BioNTech var fyrsta vaksinan móti korona, sum varð góðkend. Vaksinan hevur ein virknað á 95%. Hendan vaksinan varð góðkend av ES tann 21. desember og byrjað varð at vaksinera tann 27. desember.
Danmark hevur avtalu um at keypa 4,6 milliónir persónar.
Moderna
Vaksinan, sum kemur til Danmarkar í morgin, men sum føroyingar ikki fáa lut av í fyrstu syftu, hevur ein virknað á 94,1%. Vaksinan varð góðkend mikudagin 6. januar. Danmark fær fyrstu 5000 skamtarnar í morgin.
Danmark hevur tryggjað sær skamtar av hesi vaksinuni til at vaksinera tríggjar milliónir persónar.
AstraZeneca
Hendan vaksinan, sum føroyingar kunnu vænta sær verður nógv vaksinera við í Føroyum, hevur ein virknað á 70 prosent. Vaksinan verður væntandi góðkend um mánaðarskiftið.
Danmark hevur tryggjað sær skamtar til at vaksinera 1,9 milliónir persónar.
Johnson & Johnson
Triðja umfar av royndunum av hesi vaksinu byrjaðu í september. Tá vóru royndir gjørdar við umleið 60.000 persónum. Úrslitini verða almannakunngjørd í januar.
Hendan vaksinan kann verða tikin í brúk hendan mánaðin, men ES fer ikki at góðkenna hana enn. Danmark hevur tryggjað sær skamtar til at vaksinera 5,6 milliónir persónar.
CureVac
Triðja umfar av royndunum byrjaðu 14. Desember við 35.000 luttakarum í Evropa og Latínamerika.
Danmark hevur tryggjað sær skamtar til at vaksinera 3,4 milliónir persónar.
Sanofi/GSK
Fyrsta og annað umfar av royndunum eru lidnar. Vaksinan vísir seg at verja persónar í aldrinum 18-49 ár, men hevur ikki eins góðan virknað á persónar yvir 50 ár. Væntandi verður vaksinan góðkend móti endanum av 2021.
Danmark hevur tryggjað sær skamtar til at vaksinera 1,9 milliónir persónar.
Novavax
ES er í samráðingum við Novavax um teirra vaksinu. Novavax er í gongd við triðja umfar av royndunum. Úrslitið er væntandi klárt í fyrsta ársfjórðingi 2021. Væntandi enda samráðingarnar, sum kunnu taka fleiri mánaðir, við einum keypi av 200 milliónum skamtum.