Danmark fer at spæla um HM heiðursmerki

Við stórsigri ímóti Ungarn hava danir vunnið seg í hálvfinaluna, meðan norðmenn kiksaðu ímóti Spania

Jóannes Hansen
25. januar 2023 kl. 19:29

Ímóti Egyptalandi í fyrrakvøldið var tað sannførandi, og í kvøld í Stokholm ímóti Ungarn luktaði tað av finalu og kapping  um gullkrónurnar, tá ið Danmark við 40 – 23 sigri vann seg í hálvfinaluna. Hálvleiksstøðan var 21 – 12.

Harvið skal Danmark fríggjadagin spæla hálvfinalu. Tað er greitt, at hálvfinalan verður ímóti Spania. Í Gdansk í Póllandi var tað øgiligur dramatikkur, tá ið Noreg og Spania dystaðust. Eftir vanliga leiktíð var 25 – 25 og so var neyðugt við longdari leiktíð. Eftir tvær ferðir fimm minuttir longda leiktíð var tað Spania, sum vann 35 – 34.

Norðmenn iðra seg illa um tapið. Tá ið fá sekund vóru eftir av vanligu leiktíðini vóru teir frammanfyri við einum máli, og teir vóru í álopi, men so varð bólturin dømdur frá teimum, og Spania javnaði í síðstu sekundunum og harvið var neyðugt við longdari leiktíð, sum Spania vann og tryggjaði sær rættin at spæla hálvfinalu ímóti Danmark.

Um hálvfinalan verður í Stokholm ella í Gdansk verður avgjørt seinni í kvøld, tá ið Svøríki hevur spælt ímóti Egyptalandi. Um Svøríki vinnur, so verður hálvfinalan millum Danmark og Spania í Gdansk. Um Egyptaland vinnur, so fara Danmark og Spania at spæla í Stokholm og Egyptaland og vinnarin av dystinum millum Frakland og Týskland at spæla í Gdansk.

Í kvøld var leikluturin hjá Jóhan á Plógv Hansen ikki so stórur. Hann var ikki á vøllinum í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki var hann eina løtu við í álopspartinum, uttan at hann skoraði.

 

Danmark – Ungarn 40 – 23 (21 – 12)

Danmark : Mathias Gidsel 9, Simon Bogetoft Pytlick 8, Niclas Vest Kirkelokke 5, Emil M. Jakobsen 5, Magnus Saugstrup Nielsen 4, Mikkel Hansen 4, Jacob Tandrup Holm 2, Lukas Jorgensen 2, Magnus Landin Jacobsen 1.

 

 

Noreg – Spania 34 – 35 (13 – 12)

Noreg : Kristian Bjørnsen 9, Sebastian Barthold 8, Christian O`Sullivan 4, Sander Sagosen 3, Harald Reinkind 3, Tobias Schjolberg Grøndahl 2, Magnus Abelvik Rod 2, Petter Overby 2, Magnus Gullerud 1.