Danmark fær næstan eina millión fleiri skamtar enn væntað

Við hesum metir danska heilsustýrið at hava koppsett allar danir, sum ynskja tað, innan 27. juni

Ari av Rana
15. februar 2021 kl. 12:55

Danska heilsumálaráðið boðar frá, at danir fáa umleið 900.000 skamtar fleiri enn mett hevur verið. Orsøkin er millum annað, at Pfizer fer at veita nógv meira koppsetingarevni frá apríl av.

Søren Brostrøm í danska heilsustýrinum sigur at góðu tíðindini merkja, at danir megna at koppseta øll sum ynskja tað áðrenn 27. juni.

Við hesum verður størsti parturin av dønum koppsettir áðrenn summarferiuna.