Danmark fær bert helvtina av koppsetingini hesa vikuna

Av hesi orsøk ger danska heilsustýrið broytingar í koppsetingarætlanini

Ari av Rana
20. januar 2021 kl. 07:48

Í Danmark er man komin væl í gongd við at koppseta borgararnar, men nú kom ein lítil stígur í. Orsøkin er at Pfizer/BioNTech ikki megnar at útvega alt koppsetingarevnið, sum danir høvdu fingið lova hesa vikuna. Ístaðin fáa teir bara helvtina.

Danir hava eisini fingið boð um, at sendingin av koppsetingarevninum fer at verða óstøðug komandi vikurnar, so at danir fáa minni koppsetingarevni.

Danska heilsustýrið hevur boðað frá, at hetta ávirkar koppsetingarætlanina. Í fyrstu atløgu verður hildið fram við at koppseta sum ætlað. Tvs. at borgarar í eldrarøktini, sum fingu fyrstu koppsetingina í viku 52 og 52, fáa sína næstu koppseting, skrivar DR.

Síðani fáa teir borgarar, sum longu hava fingið tíð í næstu viku til næstu koppseting, allarhelst sín tørn. Hvussu koppsett verður aftaná tað, verður støða tikin til seinni.

Tilsamans fáa danir 35.100 skamtar, sum er áleið helvtini av tí teir fingu lova.