Danmark er heimsmeistari fyri triðju ferð á rað

HM hondbóltur menn: Eftir framúr finalu hevur Danmark við sigri ímóti Fraklandi sett met við at vinna HM tríggjar ferðir á rað

Jóannes Hansen
29. januar 2023 kl. 21:40

Søga er skrivað í Stokholm í kvøld. Danmark hevur við 33 – 29 sigri í finaluni ímóti Fraklandi vunnið HM fyri triðju ferð á rað. Tað er ongantíð áður komið fyri, at ein tjóð hevur vunnið HM tríggjar ferðir á rað. Men tað hevur Danmark, sum eisini vann HM í 2019 og 2021, nú megnað.

Serfrøðingar í Stokholm halda, at hetta man vera besta HM finalan, sum nakrantíð hevur verið.

Danmark legði fyri sum eitt ódnarveður. Niklas Landin stongdi beinanvegin málið, og í hinum endanum var tað Simon Pytlick, sum ongantíð áður hevur verið í endaspæli, og sum beinanvegin fýra ferðir smekkaði bóltin í málið.

Sum fyrri hálvleikur leið, fótaðu fraklendingar sær, og tá ið tað varð bríkslað fyri hálvleiki, var munurin bara eitt mál. 16 – 15 til Danmark, og tað kendist sum um, at fraklendingar av álvara høvdu fingið um endan.

Mikkel Hansen hevur verið roknaður at vera millum teir bestu í heiminum, og viðhvørt hevur hann verið roknaður at vera tann besti. Tað var eitt loyndarmál, at hann í hálvfinaluni var so mikið skaddur, at hann í kvøld ikki var førur fyri at spæla, sum hann plagar. Hann var ikki á vøllinum í seinna hálvleiki, men so vóru tað aðrir, ið bjóðaðu seg fram. Rasmus Lauge, sum hevur verið so nógv skaðadarvaður, at hann fimm ferðir ikki hevur verið partur av danska liðnum í endaspølum, og sum fyrr í kappingini var um reppið at fara til hús, tí hann var skaddur, tók stóra ábyrgd, og aðrir, sum ikki hava spælt so nógv, bjóðaðu seg eisini fram ímóti fraklendingum, sum ongantíð megnaðu at javna, og sum endaðu við at tapa við fýra málum.

Jóhan á Plógv Hansen var á vøllinum eina løtu í seinna hálvleiki. Hann varð spældur í eina góða støðu, men tá ið hann leyp inn av veinginum, bjargaði franski málverjin.

 

Frakland – Danmark 29 – 33 (15 – 16)

Danmark : Rasmus Lauge Schmidt 10, Simon Bogetoft Pytlick 9, Mathias Gidsel 6, Niclas Vest Kirkelokke 2, Magnus Saugstrup Jensen 2, Mads Mensah Larsen 2, Simon Hald Jensen 1, Mikkel Hansen 1, Emil M. Jakobsen 1