Nú eru tað longu nógvir dagar síðani, at Slovenia vann 32 – 29 ímóti Føroyum. Ta ferðina iðraðu føroyingar seg um, at úrtøkan úr góða avrikinum ikki var í hvussu so er eitt og kanska bæði tvey stigini.
Í kvøld spældi Slovenia ímóti Danmark, og Slovenia vann við trimum málum 28 – 25. Slovenia spældi fyri møguleikanum at vera við í OL í París í summar, meðan danir longu sunnukvøldið tryggjaðu sær pláss í hálvfinaluni, sum verður fríggjakvøldið.
At fleiri av bestu spælarunum í kvøld hvíldu, eftir at teir undanfarnu ferðirnar hava verið nógv á vøllinum, bar við sær, at avrikið var væl lakari, enn tað annars hevur verið.
Eftir 1. hálvleik var Slovenia frammanfyri 17 – 14. Danir løgdu bragdliga fyri eftir steðgin, og teir vóru frammanfyri 20 – 18, áðrann teir taptu 28 – 25. Hetta var fyrsta tapið hjá danska mansliðnum í 28 dystir. Danir høvdu ikki tapt síðani í oktober 2022.
Jóhan á Plógv Hansen var í byrjunaruppstillingini í kvøld, og hann skoraði eitt mál, áðrenn hann varð settur út á beinkin.
Fyrr í dag endaði tað 33 – 33 millum Niðurlond og Portugal.