Sambært Berlingske eru danska fakrørslan (FH) og Dansk Arbejdsgiverforbund (DA) vorðin samd um nýggjan leist fyri barsil, ið stilla foreldrini meira líka.
Avtalan er enn ikki galdandi, men bert ein áheitan til politikkarnar, sum skulu samráðast um at oyramerkja barsil, men sambært Berlingske er longu undirtøka fyri at seta hetta í verk í Danmark.
Við nýggju avtaluni fer mamman, eins og nú, hava rætt til barsil upp til fýra vikur upp til termin og bæði foreldrini hava barsil í tvær vikur eftir barnsburð.
Harnæst merkir avtalan, at bæði mamman og pápin fáa rætt til oyramerktan barsil í níggju vikur. Restin kann deilast millum foreldrini.
Tekur pápin ikki sín barsil á 11 vikur, so fella hesar vikur burtur, sambært nýggju avtaluni.
– Vit halda, at vit hava funnið rætta javnvágin til frama fyri javnstøðu í Danmark – við at oyramerkja barsilin. Hetta, so pápin verður ein størri partur av fyrstu tíðini hjá barninum.
– Samstundis fáa vit skapt møguleikar fyri størri fleksibilitet fyri familjuna, sigur Majbrit Berlau, næstformaður í FH við Berlingske, sambært Ritzau.