Danmark: 84 ára gomul kvinna funnin deyð í kuldanum

Ein 84 ára gomul, dement kvinna er funnin deyð í kuldanum. Tað skrivar Berlingske. Løgreglan heldur, at deyðsorsøkin er ein...

Alda Nielsdóttir
1. mars 2018 kl. 12:54

Ein 84 ára gomul dement kvinna er funnin deyð í kuldanum. Tað skrivar Berlingske. Løgreglan heldur, at deyðsorsøkin er ein blandingur av kulda, aldurdómi, demens og tað, at hon ikki var nóg væl ílatin.

Vit mugu staðfesta, at kuldin hevur tikið lívið av henni. Har eru eingi tekin um, at hon varð álopin, sigur samskiftisfólk hjá donsku løgregluni.

Hon varð funnin av løgregluni uml. kl. 9.30 í morgun. Kvinnan var bert í einari tunnari troyggju, tá hon fór heimanifrá. Hon varð funnin minni enn 200 metrar frá bústaði sínum.

Seinast nakar sá hana á lívi var mikukvøldið kl. 23.30, og kl. 8 hósmorgunin varð ringt eftir løgregluni. Tí er ikki óhugsandi, at kvinnan hevur ligið leingi í kuldanum, áðrenn hon varð funnin.

Seinastu dagarnar hevur kuldin lagt seg yvir alt Danmark við fleiri kuldastigum.

Í gjár varð ein annar dementur funnin deyður í kuldanum. Á Bornholm varð ein 54 ára gamal maður funnin í kavanum. Hann varð koyrdur á sjúkrahúsið, har tað varð váttað, at hann var deyður.

Sí eisini: Maður deyður í danska kuldanum