8.314 fólk eru skrásett smittað við koronu síðan í gjár, meðan sjey fólk eru deyð við koronu seinasta døgnið.
Tað upplýsir Statens Serum Institut (SSI) í sínari dagligu dagføring.
Í gjár var talið 7.799 nýggj smittað í eitt døgn.
Dagsins smittutal byggir á 201.322 PCR-kanningar, sum svarar til, at 4,13 prosent av teimum kannaðu eru smittað við koronu.
Samstundis eru 262.106 snarkanningar verið framdar seinastu 24 tímarnar. Positivu tølini frá hesum kanningum eru ikki við í smittutølunum, tí tað er óvissa um kanningarúrslitið.
Danska heilsuverkið sigur, at tað nú eru 498 fólk innløgd til sjúkraviðgerð fyri koronum, sum eru 11 fólk fleiri enn í gjár.
Av teimum innløgdu, eru 70 á intensivari deild, meðan 46 av teimum eru í respiratori.