Jólaaftan standa nógv hús tóm, tí húsfólkið er og heldur jól saman við familju aðrastaðni. Tað ger tað lættari hjá innbrotstjóvum at gera sær dælt, og danska Ríkisløgreglan sigur, at higartil eru 130 innbrot skrásett runt um í Danmark jólaaftan.
Væntað verður tó, at talið fer at vaksa, tá fólk so líðandi koma heim aftur og síggja, at óbodnir jólagestir hava verið á gátt.
Talið er annars nakað tað sama sum í fjør, sigur politiið sambært tíðindastovuni Ritzau. Men talið í fjør var væl minni enn undanfarin ár.
Flestu innbrotini jólaaftan vóru á Fjóni, har 29 innbrot eru meldað.
Tað er heldur ikki bara jólaaftan, sum er ein góður dagur hjá innbrotstjóvum, men allir dagarnir um jólini.
Síðani 20. desember og fram til midnátt jólaaftan eru 459 fráboðanir um innbrot komnar til donsku løgregluna. Ringast hevur verið í Norðursælandi, har 63 innbrot eru fráboðað hesar dagarnar, og í Mið- og Vestursælandi eru 59 fráboðanir komnar inn.
Einasta løgregluøki í Danmark, har eingin fráboðan er komin um innbrot hesar dagarnar, er á Bornholm.