Dánial og Ann Dorit Thomsen úr Sandavági vóru ímillum tey mongu, ið stuðlaðu arbeiðinum hjá Reyða Krossi í árligu landsinnsavningini sunnukvøldið – og so vóru tey eisini hepnu vinnararnir av tí spildurnýggja Volvo EX30 elbilinum!
Sum sandavágsfólk høvdu tey longu lagt merki til flotta bilin uttanfyri Fiskastykkið, og nú sleppa tey at koyra hann heim.
Hjartaliga tillukku við bilinum, tit bæði, og takk fyri stuðulin, skrivar Reyði Krossur.
Vit gleðast um at kunngera, at endaliga innsavnaða upphæddin til Landsinnsavningina gjørdist heilar 4.116.453 krónur.
Vit eru ómetaliga rørd og takksom fyri henda óføra stuðul.
Hjartans tøkk til øll, sum hava hjálpt okkum at røkka hesum málinum – hvør ein króna telur og er við til at gera mun hjá teimum, ið hava tørv á hjálp, skrivar Reyði Krossur.