Dánjal og Afenginn á pall saman

”Saman í songum í senn” er heitið á forkunnugari konsert við bólkunum Dánjal og Afenginn, sum bjóða uppá bastard etno...

Innsent
22. mars 2018 kl. 11:34

”Saman í songum í senn” er heitið á forkunnugari konsert við bólkunum Dánjal og Afenginn, sum bjóða uppá bastard etno og filosofiskt rock’n roll.


Talan er ikki um eina konsert í tveimum pørtum, har Dánjal eigur annan og Afenginn hin, men heldur eina samanrenning av teimum báðum framúr tónleikabólkunum, har sveimandi og fjøltáttaði stílurin hjá Afenginn verður settur saman við tí kraftmikla og stramma hjá bólkinum Dánjal. Bólkarnir hava tað til felags, at vøkru og ofta fólksligu melodiirnir eru kjarnan í tónleikinum.


Tað verður eitt 9 mans orkestur við sjáldsama evnaríkum tónleikarum úr flestu Norðurlondunum, sum fer at deila tónar og kærleika sínamillum og sjálvsagt við tey, sum koma at lurta. Tað er nevniliga tónleikurin, sum hevur skapt hesi vinarbond tvørtur um landamørk og tónleikasløg.


Kim Nyberg og Dánjal á Neystabø, sum hava skrivað tónleikin, møttust fyrstu ferð fyri 12 árum síðan, og tónleikur teirra, sum í sínum upprunaformi bara er tónar og orð, er blivin til nakað nógv størri, nevniliga kærleika millum menniskju. Ætlanin er, at báðir bólkarnir spæla í senn, soleiðis at løgini smelta inn í hvørt annað, sum tveir kroppar undir somu dýnu.


Afenginn, sum varð stovnaður í 2002, er í dag eitt altjóða navn og hevur vunnið eitt hav av virðislønum - seinast Dansk Musikers Forbunds Livepris 2015. Eisini er bólkurin róstur til skíggja av ummælarum - seinast í Gaffa, sum gav nýggju fløguni OPUS 5 stjørnur. Teirra lívssterka og serstaka samansjóðan av norðurlendskari melankoli og villum Balkan hevur ført teir til konserthús og festivalir kring allan heim.


Bólkurin Dánjal, er ein norðurlendskur bólkur við føroyska Dánjali á Neystabø á odda. Dánjal hevur seinastu árini spælt sera nógv í runt um í Evropa, og er nógv róstur fyri sínar live framførslur. Bólkurin hevur útgivið 3 fløgur, sum allar hava fingið sera góð ummæli. Dánjal hevur verið tilnevndur til Danish Music Award-Folk sum: “Bedste sangskriver”, “Bedste sang”, “Årets album”, “Årets talent” og “Årets live act”. Tónleikurin hjá Dánjal er ein blanding av poppi og folkatónleiki við einum ferli av klassiskum tónleiki. Bretski tónleikaummælarin Chris Nickson, segði tað rættiliga væl við hesum orðum: “they’ve managed that rarest of things: to blend philosophy with rock’n’roll. It’s pop music for the thinking person.”


Konserin verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 6. apríl kl 21.00