Danir skulu berjast um bronsu

Finalan um gullheiðursmerki er millum Spania og Svøríki og hon byrjar kl 17. Bronsufinalan er millum Danmark og Frankaríki og hon byrjaði kl 14.30

Kristian Waag Dam
30. januar 2022 kl. 14:20

Í dag er seinasti dystar dagur í EM í hondbólti. Sostatt skal alt avgerast í dag, bæði finalan um gullheiðursmerki, men eisini finalan um bronsuheiðursmerki.

Tað var eitt stórt vónbrot hjá danskarum, tá teir taptu hálvfinaluna ímóti spaniólum fríggjadagin. Undan kappingini vóru danir millum favorittarnir, tískil var tað skuffandi, at teir ikki megnaðu at vinna á Spania. Undan tí dystinum leikti Danmark ímóti Frankaríki, tá taptu teir eisini. Í dag møtast liðini so aftur og skulu spæla um triðjaplássið. Fyri fýra árum síðan var støðan júst tann sama. Í summar møttust Danmark og Frankaríki eisini í OL finaluni, tá vann Frankaríki. Í dag eru Danmark eisini uttan Mikkel Hansen, ið er stjørnan á liðnum. Hetta tí at Mikkel Hansen fekk skaða í økilin í hálvfinaludystinum ímóti Spania. Umframt Mikkel Hansen verða René Antonsen, Henrik Toft og Janick Green heldur ikki við.

Tað er nokk óvæntað, at Svøríki hevur megnað at spælt seg í finaluna. Svenski hópurin hevur verið hart raktur av korona, men hóast hetta hava teir megnað at vunnið seg í finaluna. Tað gjørdu teir millum annað við at vinna á fransmonnunum í hálvfinaluni í fríggjadagin. Tað var ein tættur dystur, ið Svøríki megnaði at vinna tá. Seinast Svøríki vann eitt endaspæl var í 2002. Hóast hetta hava teir fleiri ferðir verið nær við, millum annað var svenska landsliðið í EM finaluni í 2018, tá mistu teir á stokkinum.Tað er í dag at EM í hondbólti verður avgjørt.

Dysturin um triðjaplássið verður spældur í Dome í Budapest nú klokkan 14.30. Aftaná bronsudystin verður dysturin um gullheiðursmerki. Tann dysturin verður leiktur kl 17 í Budapest.