Danska stjórnin boðar frá, at allir minkar í Danmark skulu avlívast.
Tey, ið fáast við minka-vinnuna í Danmark hava fingið keðilig boð í dag. Allir minkar skulu lata lív, fyri at minka um vandan fyri, at koronafarsóttin breiðir seg. Hetta, tí koronafarsóttin kann broytast við úrbregði hjá fólki og kann verða ein hóttan móti einum møguligum koppingarevni.
Tað boðar danski forsætisráðharrin á tíðindafundi heimanifrá í dag. Hon situr sjálv í sóttarhaldi.
Boðini koma, eftir at danska blaðið, Politiken, hevur fingið fatur á skjølum frá Statens Serum Institut, ið siga, at koronafarsóttin møguliga kann úrbregða seg hjá fólki, og kann tí gerast ein hóttan móti at basa koronafarsóttini.
Tað eru staðfest koronafarsótt á 207 minkagørðum. 67 minkagarðar hava avlívað teirra minkar, meðan aðrir 23 minkagarðar eru undir illgruna at hava koronafarsóttina millum minkarnar har.
Hetta skriva fleiri danskir miðlar í dag.