Trífaldu heimsmeistararnir í Danmark hava í kvøld vunnið sera sannførandi sigur ímóti Niðurlondum. Úrslitið var 39 – 27 eftir 18 – 17 í 1. hálvleiki. Niðurlendsku mótstøðumenninir vóru ógvuliga væl upplagdir og uppsettir í 1. hálvleiki.
Tá ið 2. hálvleikur var stívliga 10 minuttir gamal, fór tað at dragna, og so varð talan um sera sannførandi sigur. Tað sást í 2. hálvleiki, at breiddin á danska liðnum var væl størri, enn hon var á niðurlendska liðnum, sum undan steðginum var á sama støði sum heimsmeistararnir. Tá ið teir sum 2. hálvleikur leið fóru at troyttast, vóru danir eirindarleysir við at sekta mistøk, og so endaði tað við sigri upp á 12 mál.
Higartil í kappingini hevur Jóhan á Plógv Hansen ikki verið heilt á toppinum. Hann hevur tvær ferðir ikki verið á listanum, og í eina dystinum misnýtti hann tveir upplagdar møguleikar, og tað kostar, tá ið kappingin um plássini er so stór.
Í kvøld var kappingarneytin Hans Lindberg ikki á listanum. Jóhan á Plógv Hansen var á vøllinum í 17 minuttir, og hann skoraði tvey mál. Serliga seinni málið var heilt snilt, og kanska tað var ábending um, at Jóhan er á veg aftur á toppin og fer at vísa tey avrikini í álopspartinum, sum hann so ofta hevur víst.