Í kvøld vóru fleiri dystir í EM undankappingini. Eftir lítið sannførandi avrik og tepran 1-0 heimasigur ímóti Norðurírlandi var Danmark í kvøld á útivølli ímóti Slovenia. Úrslitið var 1-1, og hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Danmark ikki hevur vunnið fulla úrtøku ímóti Slovenia.
Danska avrikið var einki at reypa av. Heimaliðið legði seg eftir horna á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og Danmark javnaði tveir minuttir undan steðginum, tá ið álopsspælarin Rasmus Højlund javnaði til 1-1.
Eftir steðgin vóru tað møguleikar í báðum endum, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin í málið.
Í sama bólki vann Finnland 6-0 heimasigur ímóti San Marino. Heilt óvæntað var tað, at Norðurírland á heimavølli legði rygg til 1-0 tap ímóti Kasakhstan, sum 26. mars vann 3-2 á heimavølli ímóti Danmark.
Finnland og Kasakhstan hava 9 stig fyri fýra dystir. Danmark og Slovenia hava 7 stig, Norðurírland hevur 3 stig og San Marino einki stig.
7. september er skráin Kasakhstan – Finnland, Danmark – San Marino og Slovenia – Norðurírland.