Alt sá út til at ganga rætta vegin, tá ið Danmark tíðliga seinnapartin í dag – og sunnukvøld í Kasakstan – spældi EM undankappingardyst í Kasakstan. Danmark var eftir fyrra hálvleik frammanfyri 2-0, og Rasmus Højlund, sum í 3-1 sigrinum ímóti Finnlandi skoraði hattrikk, skoraði bæði málini.
Eitt korter undan leikloki minkaði heimaliðið um munin við brotssparki, sum serbiski dómarin bríkslaði fyri, og sum danir vóru ógvuliga misnøgdir við, tí teir mettu, at bólturin rakti økslina á Jonas Wind.
Tá vaknaðu heimamenninir av álvara. Teir tevjaðu blóð, og tað gjørdi ikki støðuna hjá Danmark frægari, tá ið danski venjarin Kasper Hjulmand skifti tríggjar spælarar út. Og síðstu løtuna skoraði Kasakstan tvey mál aftrat. Annað við rimmar langskoti úr vinstu og hitt við stútara við handara stólpa eftir innlegg úr vinstru.
Danir eru av álvara togaðir niður á jørðina. Í HM kappingini undan jólum tapti Danmark ímóti Australia, og nú kiksaði tað ímóti Kasakstan. Meðan Danmark er á 18. plássi á FIFA styrkislistanum, er Kasakstan er á 115. plássi (Føroyar eru á 123. plássi).