Danir vilja framvegis royna malariaheilivágin

Granskarir í Danmark vilja royna seg við malariaheilivági, hóast ringar royndir í Svøríki

Bryndis Hjartardóttir
6. apríl 2020 kl. 13:08

Í Svøríki eru fleiri sjúkrahús givin við at brúka malariaheilvágin klorokin til koronasjúlingar. Orsøkin er álvarslig hjáarin. 

Hóast tað vilja danskir granskarar framvegis royna seg við heiliváginum, skrivar DR á heimasíðu síni. 

500 danskir sjúklingar skulu vera við í royndarverkælanini av, hvussu malariaheilivágur riggar í móti Covid-19.

Royndirnar úr Svøríki vísa bert, hvussu umráðandi tað er at kanna heilivágin gjølla, serliga hjáarinini, sigur leiðarin av royndarverkætlanini Thomas Benfield við DR. 

Sambært honum eru neyðugu loyvini um at koma uppá pláss, og eftir ætlan skal verkætlanini longu í gongd eftir páskir. 

Heilivágurin skal gevast til tey ringast raktu av Covid-19, og tað er sjálvboðið at vera við í verkætlanini. 

Tað er ymiskt, hvussu londini dáma at nýta malariaheilivágin í viðgerðini í móti koronasjúkuni. Í Svøríki eru fleiri sjúkrahús givin við at nýta klorokin, av ringum royndum, men í Fraklandi og í USA hava heilsumynduleikarnir givið loyvi til at nýta klorokin til álvarsliga sjúkar koronasjúklingar.