Dania O. Tausen á Summar Festivalinum

Songkvinnan vann fyrr í ár eina FMA virðisløn fyri ársins útgávu

Mynd: Gwenael Akira Helmsdal / Tutl
Fríðmundur Nattestad
29. apríl 2024 kl. 13:30

Tíðindaskriv:

Hon er eitt av mest virknu og kreativu fjøllistafólkunum í Føroyum í løtuni. Mong kenna hana fyri tónleikin, útgávurnar og framførslurnar, men hon ger so nógv annað kreativt – yrkir, skapar grafisk konsept, skipar fyri tiltøkum og annað.

Dania O. Tausen er ein av stóru stjørnunum í føroyskum tónleiki, og í august hevur glóðheita songkvinnan konsert á Summar Festivalinum.

Dania fekk gjøgnumbrot í 2020, tá ið hon gav út prosayrkingasavnið "Skál" og varð partur av tónleikabólkinum Aggrasoppar. Árið eftir var nógv rósti heimildarfilmurin "Skál" útgivin. Dania hevði høvuðsleiklut í filminum og varð víða gitin, tí filmurin rakk langt út um landoddarnar.

Síðani hevur Dania verið partur av nógvum áhugaverdum og kreativum verkætlanum. Hon hevur givið tónleik út og spælt konsertir sum solistur, í Aggrasoppum og í sangbólkinum Sway, umframt at hon hevur skrivað yrkingar og prosa.

Dania O. Tausen fer saman við bólki at hava konsert á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.