Dan í Soylu heldur fram í HB

Hópurin hjá HB til komandi kappingarár er nær við at koma upp á pláss, og nú er eisini greitt, at Dan í Soylu heldur fram í Havnar Bóltfelag

(Mynd: Álvur Haraldsen)
Sigurjón Einarsson
13. januar 2023 kl. 10:01

Hóast Dan í Soylu hevur verið settur í samband við onnur feløg - bæði her og uttanlands, so er nú greitt, at hann heldur fram í reyð/svarta búnanum.

Heimasíðan hjá HB kunnger, at spælarin og felagið hava skrivað undir nýggjan sáttmála. Felagið skrivar tó ikki, hvussu leingi sáttmálin er galdandi.

Umframt at vera ein av lyklaleikarunum hjá HB, so hevur Dan eisini verið inni í landsliðshitanum, har tað higartil er blivið til tríggjar landsdystir.

HB-venjarin, Dalibor Savic, fegnast um, at Dan í Soylu er tøkur fyri HB komandi kappingarár.

– Eg eri sera fegin, um at Dan framhaldandi verður ein partur av okkara liðið. Hann er spælskiparin, sum kann stýra dystinum, og kann skapa vandamiklar støður. Eg eri eisini ovfarin av hansara defensiva arbeiði, tá tað kemur til at leggja trýst á mótstøðuliðið og at vinna bóltin. Eg haldi hann er tann besti spælarin á sínum plássi, sigur HB-venjarin við heimasíðuna hjá Havnar Bóltfelag.

– Eg vóni, at Dan eisini verður partur av landsliðnum, tí eg haldi, at hansara dygdir er til tað. Men tað er í síðsta enda ein avgerð sum Håkan Ericson skal taka, sigur Dalibor Savic.

Dan er upprunaliga úr B71, men spældi í nøkur ár á U18-liðnum hjá HB. Eftir ein túr á Argjum og í Sundalagnum, kom hann aftur í Gundadal í 2018, og hevur síðani tá verið meira ella minni fastur maður á miðjuni, har tað higartil er blivið til 152 dystir og 29 mál á besta liðnum.