Dan flytur til Klaksvíkar
KÍ kunnger í kvøld, at felagið hevur skrivað sáttmála við miðvallarar, sum nógvu tey seinastu árini hevur umboðað HB
Jóannes Hansen
15. november 2023 kl. 19:22
Dan í Soylu fer í 2024 og 2025 at spæla við KÍ. Felagið skrivar í kvøld, at tað hevur undirskrivað tvey ára sáttmála við Dan í Soylu, sum er framrættaður miðvallari. Hann verður longu mánakvøldið í næstu viku at síggja á vøllinum. Dan í Soylu hevur tó ikki loyvi at spæla við í Europa Conference League, tí hann er ikki á listanum, sum KÍ fyrr í summar læt UEFA.
Dan í Soylu er 27 ára gamal. Hann var á vøllinum í øllum 27 landskappingardystunum í ár. Síðani 2018 hevur Dan í Soylu umboðað HB. Sambært faroesoccer. com hevur hann spælt 209 landskappingardystir í bestu deildini og skroað 32 mál.