Í tíðindaskrivi fyri løtu síðani boðaði 07 Vestur frá, at Steffen Lundro ikki longur er venjari hjá 07 Vestur. Tað hevur hann verið hetta kappingarárið.
Felagið segði í tíðindaskrivinum, at tað er ósemja millum venjaran og nevndina í felagnum um, hvussu besta liðið skal mennast. Við øðrum orðum vil hetta siga, at nevndin og felagið hava í nú fleiri ár arbeitt við at menna ungdómsfótbóltin. Fleiri av ungu liðunum hava staðið seg væl.
Norski venjarin hevur havt umleið tíggju útlendskar spælarar á liðnum, og í fleiri dystum hava tað verið tveir lokalir spælarar millum teir fyrstu ellivu.
Nevndin heldur ikki, at tað er ráðiligt at halda fram við hesi gongdini, og tí fara venjarin og felagið nú hvør til sítt.
Úr Vágum frættist, at tað verður Dan Brimsvík, sum nú fer at standa á odda fyri 07 Vestur í bestu fótbóltsdeildini. Fyrr í kvøld skrivaði portal.fo, at Dan Brimsvík er upp á tal, og góðar keldur í Vágum vátta, at tað verður Dan Brimsvíks, sum verður nýggjur venjari.
Dan Brimsvík var fyri trimum vikum síðani sagdur úr starvinum sum venjari hjá B36.