07 Vestur vann 2-1 á útivølli móti Skála í gjárkvøldi, og stutt eftir dystin boðaði felagið frá, at venjarin, Steffen Landro, ikki helt fram.
Beinanvegin fóru søgur at ganga um, at fyrrverandi B36-venjarin, Dan Brimsvík, fór at taka yvir. Í morgun hevur 07 Vestur váttað hesi tíðindini.
Felagið skrivað soleiðis á Facebook:
Tað er við gleði, at 07 Vestur kann almannakunngera, at felagið hevur sett Dan Brimsvík sum høvuðsvenjara fram til endan av 2026.
07 Vestur hevur verið í stórari menning seinastu árini og tað er umráðandi, at tann menningin heldur áfram og at bygt verður uppá í felagnum, bæði innanfyri og uttanfyri vøllin. Komandi tíðina verður serligt fokus lagt á at fáa spælt nakrar av ungu talentunum inn á besta liðið.
Dan hevur UEFA A-Lisens og hevur staðið á odda fyri besta mansliðnum hjá B36 í fleiri ár. Eisini hevur Dan royndir sum høvuðsungdómsvenjari hjá B36, ítróttarleiðari hjá Hvidovre Elite og høvuðsvenjari hjá U14-U15 Elite hjá Lyngby BK, umframt at Dan er útbúgvin Bachelor í Ítróttarvísind frá Københavns Universitet.
- Vit meta, at Dan Brimsvík hevur rætta venjaraprofilin, og gleða okkum til gott og mennandi samstarv, har Dan við sínum førleikum og royndum fær lyft felagið á eitt enn hægri støði – innanfyri og uttanfyri vøllin, sigur nevndin.
Dan byrjar í starvinum ein av komandi døgunum.
- Eg vóni at kunna byggja uppá tað góða arbeiði sum longu er gjørt í felagnum. Eftir nøkur góð prát við starvsnevndina, kenni eg meg sannførdan um, at vit síggja somu framtíðar møguleikar í felagnum.
- Nógvir dugnaligir leikarar eru í felagnum, og hetta sæst aftur á stigatalvuni har liðið roynir at fáa fatur á ovara hálvuni. Samstundis er heilt týðiligt at síggja, at góða og drúgva arbeiðið, ið er lagt í ungdómsdeildina yvir fleiri ár nú sæst aftur, tí nógvir ungir evnaríkir leikarar eru í løtuni í felagnum. Hetta setir stór krøv til okkum í venjaratoyminum, tí okkara uppgáva verður, umframt at menna liðið, at menna einstaklingarnir soleiðis at ungu leikararnir yvir tíð hava møguleika at býta seg fastar á Betri liðnum, sigur Dan Brimsvík.
Vit bjóða Dan hjartaliga vælkomnum vestur.
Jens Kristian Haraldsen, formaður í 07 Vestur og Dan Brimsvík, nýggjur høvuðsvenjari