Arbeiðisbólkurin í Damudomi hevur gjørt eitt talgilt átak fyri at markera kvinnudagin. Endamálið er, at senda hugkveikjandi tilfar út til fólkið, og at vera saman um feminismu.
- Heimsfarsóttin gjørdi tað torført at fyrireika eitt tiltak, har fólk hittast, og tí fluttu vit hátíðarhaldið á Instagram. Við at deila viðmæli lyfta vit hvønn annan upp. Hetta kann vera uppbyggjandi í eini tíð, har vit hava verið nógv heima og avskorin frá tí kenda gerandisdegnum, sigur fyriskipari Solveig Hanusardóttir Olsen.
Viðmælini fevna um bæði skaldskap, tónleik, poddvarp, instagramvangar og annað.
- Netið er á tremur við áhugaverdum, feministiskum tingum, sum hava uppiborið at verið deild. Vit vóna, at fólk forvitnast um viðmælini, víðka sín sjónarring, læra okkurt nýtt, finna eitt nýtt poddvarp, nýggjan yndissang ella fylgja einum brúkara, sum tey ikki vistu um. Viðmælararnir eru ymiskir og tí eru viðmælini eisini fjølbroytt – har er heilt vist okkurt, sum tú annars ikki var komin fram á, sigur Solveig.
Prátið um kynsójavnan á listarliga økinum hevur fylt nógv í seinastuni, og hetta tiltakið kann tískil vera við til, at kvinnuligu listafólkini fáa meira pláss í listarliga rúminum.
- Støðan er batnað á nógvum økjum, men á øðrum økjum stendur verri til í dag enn fyri nøkrum áratíggjum. Samfelagið er skeiklað, og hetta ávirkar møguleikarnar hjá kynunum. Eitt dømi er støðan, sum Det Kongelige Danske Kunstakademi er og hevur verið í seinasta árið, har nógv og ógvusligt kjak hevur verið um umstøður og javnstøðu á akademiinum, greiðir Solveig frá.
Væleydnað tiltak
Tiltakið hjá Damudomi hevur eydnast væl. Eisini tey viðmældu hava fingið ágóðan av átakinum.
- Vit fingu eini boð frá persóninum handan verkætlanina “The Vulva Gallery”, har tey takkaðu okkum fyri tey góðu orðini og fyri nýggjar fylgjararar, sigur Solveig.
Fylgjararnar hjá Damudomi hava eisini fingið okkurt burturúr, og hetta sæst aftur í hagtølunum hjá Instagram.
- Móttøkan hevur verið góð! Fólk peppast um átakið! Sambært okkara hagtølum á Instagram eru nógv, sum fylgja við og klikkja seg víðari til viðmælini. Afturmeldingarnar eru ordiliga góðar, og fólk rósa okkum bæði talgilt og í gerandisdegnum. Vit eru glað!, sigur ein nøgd Solveig.