Um 1900 áttu føroyingar fleiri dammskip. Vanliga varð ikki fiskað upp í dammin, fyrr enn túrurin var um at enda. Hesin livandi fiskur var viðbrekin førningur. Siglast mátti við passaligari ferð, so at sjógvurin í damminum alla tíðina endurnýggjaðist gjøgnum smáu holini í skipssíðunum; og tá ið komið varð í havn uttanlands, mátti sleppast av við livandi fiskin alt fyri eitt.
Í bókini, “Fischer Heinesen – tá ið rak við og ímóti,” skrivar Fischer áhugaverda grein um hesi dammskip. Men hann hevur millum annað eisini fitta minnisbrotið, “Er tað tann sama Thorshavn?” sum vit fara at endurgeva.
At hann leggur heldur harðliga fyri í minnisbrotinum, skal skiljast út frá tí veruleika, at ferðaskipið Thorshavn hjá ríkisumboðsmanninum stundum kom til Klaksvíkar við myndugleikum, meðan læknastríðið var í hæddini. Og tá var Fischer Heinesen, sum kunnugt, nógv í miðdepli. Men fyrst nøkur orð um Connisboro Castle ella Thorshavn, sum sluppin eina tíð kallaðist.
Connisboro Castle var smíðað í 1884 í Grimsby, var sløk 90 tons, hevði damm, men helst ongantíð motor. Á vári 1900 keypti Christian Michael Christiansen, keypmaður, í Havn farið og nevndi tað Thorshavn. Í 1902 keypti Hans Georg Thomsen á Tvøroyri skipið, sum í 1908 fekk gamla navnið Connisboro Castle aftur. Í 1924 varð dammurin tikin úr í Frederikssund, og í 1931 varð sluppin upphøgd.
Er tað tann sama Thorshavn?
“Nei, lat tað vera sagt alt fyri eitt, at her skal ikki tosast um tað á okkara døgum so væl – ella kanska illa – kendu Thorshavn, sum við ríkisumboðsmanni og harkaliði hansara, blóðhundunum íroknaðum, hevur verið til so miklan ampa fyri hampafólk hesi seinastu árini.
Í árunum 1902-05 førdi Jakku mammubeiggi, Jacob Joensen á Eiðinum í Klaksvík, sluppina Thorshavn, ið tá hoyrdi heima á Tvøroyri, men sum seinast í nítiárunum var keypt úr Onglandi til Tórshavnar og fekk navn eftir nýggja heimstaði sínum, sum tað tá varð skrivað.
Undir enskum flaggi hevði sluppin itið Connisboro Castle og hevur seinni havt hetta navnið aftur, men skipið er ikki til longur.
Omanfyri nevndu ár var pápi við Thorshavn sum bestimaður, og tað er nokk so nógv, sum eg týðiliga minnist í hesum sambandi. Roknast má við, at tað elsta, ið eg minnist, er frá 1905, tá eg gekk á fjórða ári, men tað er ein møguleiki fyri, at okkurt hongur við frá 1904 eisini. Tað kemur mær fyri, sum ikki allar hendingarnar eru frá sama ári.
Thorshavn var dammskip, og eyðvitað var tað ein stórur stuttleiki at sleppa at liggja og hyggja niður í dammin, har altíð nakað av toski var í. Á tí aldri heldur óivað ein og hvør smádrongur, at tað er stuttligt at sleppa við pápa sínum, og serstakliga at sleppa umborð við honum.
At kokkurin bakaði pannukøkur, sum hann vendi í luftini, er nakað, ið situr eftir í minninum, men tað, ið eg minnist mest afturá, er einaferð, Thorshavn var komin inn á Borðoyarvík.
Tá høvdu teir hug at flenna at mær, tí eg vildi vita, um hetta var tann sama Thorshavn, sum plagdi vera á Vágni.
Uttan at bera í bøtuflaka fyri smádreinginum, tí tað var eg sjálvur, var spurningurin nú so tápuligur hjá einum lítlum dreingi í tí aldrinum? Menninir stuttleikaðu sær óført, men ikki er vist, at teir júst hava hildið spurningin verið tápuligan.
Hvat er stórt, og hvat er lítið fyri smádreinginum? Í einum donskum barnasangi verður tikið soleiðis til: “Verden er saa stor saa stor, Lasse Lasse lille.” Vissuliga havi eg roknað verðina at verið stóra, men mín verð, hvat ella hvar var hon?”
Fischer Heinesen (1901-1991). Kendi klaksvíkingurin skrivaði fitta minnisbrotið: “Er tað tann sama Thorshavn?” (Mynd: Hanna Johannesen)